University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Forsíðumynd.JPG

Hesar hava júst fingið bachelorprógv í søgu (Foto: Erling Isholm)

Brynhild Thomsen
29.06.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Prógvhandan á SSD

Fríggjadagin fingu lesandi prógv á Søgu- og samfelagsdeildini

Seinnapartin fríggjadagin var hátíðarhald á Fróðskaparsetrinum.

Á deildini í Jónas Broncks gøtu skuldu 17 lesandi hava prógv, og tað varð gjørt við røðum, tónleiki og ábiti aftaná.

Fimm fingu BA-prógv í søgu, tvey BA í sosialvísindum og samfelagsplanlegging, fýra BA í politikki og umsiting, fimm BA í búskaparfrøði og ein fekk MA-prógv í løgfrøði.

Harumframt hava 11 fingið prógv gjøgnum árið. Av teimum vóru trý MA-prógv í ávikavist løgfrøði, sosialvísindum og samfelagsplanlegging og søgu.

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við úrslitinum!

Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini heldur røðu fyri studentum og teirra familjum. Avmarkað atgongd var samsvarandi almennu leiðreglunum um COVID-19

Ein stórur lætti og gleði. Hesi hava fingið BA-prógv í búskaparfrøði

Malena Snorradóttir Jensen fær BA-prógv í søgu

Kristian Joensen, námslektari, Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í løgfrøði, og Beinta Hilduberg, sum fekk MA-prógv í løgfrøði

Ólavur Jakobsen spældi gittar, og Birita Poulsen sang

So var ábit omaná



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 09 09 At 15 59 36 SPOR Sprotin.Fo

    Bókaútgáva: Skomm og skuldarkensla í bókmentum

  2. Venjing Heilivágur Og Genetikkur Statinir Mynd Tórur Sjúrðarson

    Nýggj verkætlan: Statin-viðgerð og venjing

  3. betri_logo_rgb.jpg

    Betri Stuðul fíggjar fimm verkætlanir á Setrinum