17
feb



Kl. 09:00. Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Vestara Bryggja, 100 Tórshavn Skeið

Skriva út

DHS-skeið: Vegleiðing í praksis

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi bjóðar valfrítt masterskeið út fyrsta lestrarhálvár 2021, sum snýr seg um vegleiðing í praksis.

Umsóknarfreistin er 15. januar.

Á skeiðnum verður dentur lagdur á altjóða og nationala gransking í vegleiðing í praksis; týdningin av refleksjón sum hugtak í læring; amboð at menna praksisøkið sum læringsrúm; feltobservatión (etnografi) sum vísindaligt háttalag.

Endamálið við skeiðnum er, at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina og meta um týðandi viðurskifti, tá tað snýr seg um vegleiðing í praksis. Harumframt at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna vegleiðing í praksis. Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning í heilsuvísindaligari gransking í komandi skeiðum.

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur BSc í sjúkrarøkt ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar. Klinisk vegleiðing á bachelorstigi ella tilsvarandi útbúgving.

Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkarbeiði, sjálvlestur og venjingar.

Skeiðið byrjar í viku 7, 2021, og undirvíst verður tveir til tríggjar dagar umleið aðruhvørja viku fram til juni mánað.

Lesið meira her.

Og her.

Tíðspunkt
mikudagur 17. feb., kl 9:00
Longd
Februar - juni
Stað
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Vestara Bryggja, 100 Tórshavn