21
okt



Kl. 15:00. Høli 407 í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Lestrarkafé fyri lesandi á Setrinum

Setið kross í kalendaran fríggjadagin 21. oktober klokkan 15, tí tá verður lestrarkafé í Sjóvinnuhúsinum fyri øll lesandi á Setrinum

Øll lesandi hava tørv á góðum framløguteknikki - og sjálvandi eisini kaffi og sambandi við onnur lesandi.

Fríggjadagin 21. oktober klokkan 15 skipa lestrarvegleiðararnir aftur fyri lestrarkafé, og vónin er, at so mong lesandi sum gjørligt møta.

Hesaferð fer Hans Harryson, sum m.a. er námslektari í undirvísing og læring á Námsvísindadeildini at geva góð ráð um, hvussu lesandi kunnu gera góðar og fangandi framløgur.

Ókeypis kaffi/te og køka verður at fáa.

Endamálið við lestrarkaféini er, at lesandi á Setrinum møtast tvørtur um deildir og fáa høvi at hoyra um eitt lestrarviðkomandi evni, samstundis sum tey knýta bond hvør við annan.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tíðspunkt
fríggjadagur 21. okt., kl 15:00
Longd
Stað
Høli 407 í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja í Havn