6300.21 - Persónlig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og leiðsla í organisatiónum


Skeiðsnummar
6300.21
Heiti
Persónlig leiðsla, starvsfólkaleiðsla og leiðsla í organisatiónum
ECTS
15
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Endamál
At tann lesandi fær innlit í ástøðir, háttaløg og megnar kritiskt at reflektera yvir høvuðstættirnar, ið viðvíkja persónligari leiðslu, starvsfólkaleiðslu og leiðslu av organisatiónum og megnar at seta hetta í samband við leiðslu í verki, bæði í almennum og privatum organisatiónum.
Innihald
Skeiðið er skipað í trý temu; persónliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu og organisatión og leiðslu Persónlig leiðsla • Sálarfrøðilig og heimspekilig ástøðir um sjálvsinnlit, ið bæði eru á intra- og interpersonellum støði • Ymisk sálarfrøðilig menningaramboð • Persónlig virðir, etikkur, vald og professionalisering í nærsambondum • Javnvág millum arbeiðslív og privatlív (Work-life-balance) • Egin íkast til og úrtøka frá leiðslunetverki Starvsfólkaleiðsla • Styrkir, menning og læring hjá einstaka starvsfólkinum og hjá toyminum eins væl og hópinum • Samstarv og konflikthandfaran • Setanarviðurskifti, herundir gegni • Vegleiðing av starvsfólki í arbeiðshøpi • Professionalisering Leiðsla og organisatión • Organisatiónsstrukturar, -mentan og -tilgongdir, herundir nevndararbeiði, manning og menning av nevndum • Formligir og óformligir strukturar • Strategi, visión, missión og virðir • Samskifti í organisatiónum Viðkomandi vísindaástøðilig sjónarhorn og háttaløg verða tikin við í øll trý temuni. Harumframt fáa tey lesandi frálæru í at halda professionellar og akademiskar framløgur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak og framløgur frá lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina spurdómar innan persónliga leiðslu, starvsfólkaleiðslu og organisatiónsleiðslu við støði í viðkomandi vísindaligum hugtøkum, háttaløgum og ástøði • Greina og miðla vitan um leiðslu (innan tey trý temu) í mun til egna praksis • Lýsa og reflektera yvir egin virðir, etikk og professionalisering í organisatiónshøpi • Staðfesta týdningin av valdi og meta um, hvussu býtið av valdi er ímillum nevnd, leiðslu og starvsfólk • Greiða frá týdninginum av netverki og netverkan, og greiða frá umhugsni viðvíkjandi stovnssetan av netverki • Eyðmerkja og meta um førleikamenning og læringstørv hjá starvsfólkum • Meta um ymisk sløg av vegleiðingarhættum í mun til starvsfólkamenning • Kjakast um samstarv, samstarvstrupulleikar og menning av professionellum arbeiðsumhvørvi • Greina og meta um samspælið millum organisatorisk viðurskifti og leiðslu í mun til formligan og óformligan bygnað (strukturar). • Greiða frá og meta um, hvussu arbeiðast kann við missión, vissión, strategi, normum og virðum í mun legitimitet og samanhang hjá organisatiónini
Próvtøkuháttur
Einsæris munnlig framløga. Hvørt tema í hesum skeiðinum endar við, at tann einstaki lesandi skal halda eina professionella og vísindaliga framløgu, sum verður mett staðin/ikki staðin. Hvørt tema telur 1/3 og verða staðin hvør sær.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
1000-1500 síður Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R