6125.23 - Føroyskur stjórnarskipanarrættur II


Skeiðsnummar
6125.23
Heiti
Føroyskur stjórnarskipanarrættur II
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi gjølliga løgfrøðiliga fatan av, innlit í og førleika at tulka og umsita føroysku stjórnarskipanina í breiðari merking, serliga stýrisskipanina.
Innihald
Skeiðið er um eldru og yngru stýrisskipan og munirnar teirra millum, men høvuðsdentur er á seinnu stýrisskipan, politisku bakgrundina fyri henni og berandi virði og ástøði aftanfyri. Skeiðið er eisini um stjórnarskipanartilgongdina 1999-2018 og hugsandi orsakir til, at ætlanin ikki eydnaðist. Reglur og normar verða gjøgnumgingnar um m.a., hvussu valdið er býtt millum landsstýri og løgting, herundir: - Um lóggávumannagongd og lóggávuheimildir løgmans og løgtingsins - Reglur og mannagongdir fyri løgmansval - Um parlamentarismu - Ráðharrastýri og rættarliga ábyrgd hjá løgmanni og landsstýrismonnum og reglurnar um landsstýrsmálanevnd og royndarstovnar. Av øðrum týðandi reglum, ið verða gjøgnumgingnar, kunnu nevnast reglurnar um fíggjarlóg og skatt og uttanlandsvald og kommunur.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá yvirskipaðu muninum á fyrru og seinnu stýrisskipan. - Greiða frá innihaldsligum høvuðstættum í seinnu stýrisskipan. - Greiða frá, hvør lóg stýrisskipanarlógin er, hvussu hon kann samtykkjast og broytast, og hvar hon hoyrir heima í stjórnarrættarliga stigveldinum (hiearkinum). - Greina politisku, samfelagsligu og ástøðiligu fortreytirnar fyri seinnu stýrisskipan. - Greiða frá føroysku stjórnarskipanartilgongdini 1999-2018, meta um orsakir til, at hon ikki eydnaðist, og seta fram uppskot um, hvussu hendan tilgongd kundi verið øðrvísi. - Leggja fram og orða egnar sjálvstøðugar áskoðanir um føroyskan stjórnarskipanarrætt II skrivliga og munnliga á greiðum og samanhangandi máli.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis á skeiðnum telur 25%, og ein skrivlig roynd á 4 tímar, tá skeiðið endar, telur 75%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið báðar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn eftir Bárð Larsen og Kristian Joensen er tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen