Tilreiðar til arbeiðsmarknaðin: 19 nýggir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir master (Foto: Foto Studio og Judith M. Guttesen)
Judith M. Guttesen/Brynhild Thomsen
25.06.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

21 prógv í sjúkrarøktarfrøði og fólkaheilsu

Eftirspurningurin eftir teimum er stórur, og í dag fingu 19 nýggir sjúkrarøkarfrøðingar prógv og tveir master í fólkaheilsu

Á hátíðarhaldi í Kongshøll seinnapartin fingu 19 nýggir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir master í fólkaheilsu prógv.

Í Kongshøll spældu Lena Anderssen og Niclas Johannesen, og millum røðararnar vóru Magni Mohr, dekanur, Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum og Amanda D. Jacobsen, sum er nýútbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Umboð frá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaðu síðani nálir frá felagnum, og Kristianna Dam, útbúgvingarleiðari, handaði somueliðis nálir frá deildini sjálvari.

Aftaná prógvhandanina var móttøka og framsýning av bachelorritgerðunum á Svalanum í Silo.

Framsýningin umboðaði bæði verkini hjá nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum, og flokkinum, sum bleiv liðugur í fjør, men sum ikki hevði møguleika at sýna fram tá av koronuávum.

Evnini eru áhugaverd, og so at siga alt empiri er savnað her í Føroyum, á sjúkrahúsum og á eldraøkinum.

Flokkur 2016
BSc.-ritgerðirnar hjá flokki 2016 hava allar verið væl lýstar í Vøku, sum er blaðið hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum.

Serliga áhugavert er, at allar eru gjørdar við grund í egnum kanningum á eldraøkinum í Føroyum. Evnini eru upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum á ellis- og røktarheimum í Føroyum, munnrøkt, palliativ sjúkrarøkt á føroyskum ellis- og røktarheimum og upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samskifti við búfólk á ellis- og røktarheimum um ta síðstu tíðina her á fold.

Flokkur 2017
Eisini hjá hesum árgangi eru sera spennandi BSc.-ritgerðir, har fimm av seks eru gjørdar við støði í egnum kanningum í Føroyum. Evnið á ritgerðunum eru eldri & kynslív – ein kvantitativ kanning av hugburði hjá røktarstarvsfólki á ellis- og røktarheimum í Føroyum, indlagte patienters nattesøvn – kvalitet, kvantitet og faktorer forbundet med søvnforstyrrelser, upplivingar hjá sjúkrarøktarfrøðingum við at røkta sjúklingar við rúsdrekkatrupulleikum, svøvnur hjá innløgdum sjúklingum - kvantitativ tvørskurðskanning av sjúklingum á føroyskum sjúkrahúsi, fílurin í rúminum – upplivingar hjá sjúklingum við rúsdrekkamisnýtslu í Føroyum og so er ein eisini um ótts áðrenn skurðviðgerð.
Høvi var at skifta orð við sjúkrarøktarfrøðingarnar um møgulig hugskot til framtíðar kanningar.

Tær, sum fingu masterprógv í fólkaheilsu, hava sett vistiatiónsskipanina undir luppin. Lesið meira um tað her.

Kristianna Dam, útbúgvingarleiðari, biður vælkomin

Magni Mohr er dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og hann helt røðu fyri teimum útbúnu

Nógv vildu hava mynd av hátíðarløtuni

Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum heldur røðu fyri teimum nýútbúnu, sum ivaleyst í mongum føri koma at arbeiða undir henni

Amanda D. Jacobsen, sum sjálv fekk prógv í dag, vildi fegin røða fyri teimum, sum hon hevur lisið saman við og fingið undirvísing frá

Og so spældu Lena Anderssen og Niclas Johannesen so fagurt :-)

Vit ynskja øllum somlum hjartaliga til lukku og bestu ynski í komandi tíðum!