Nýggj seta er byrjað hjá Fólkaheilsuráðnum (Foto: hmr.fo)
Brynhild Thomsen
25.05.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Magni heldur fram sum formaður

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur útnevnt nýtt Fólkaheilsuráð

Landsstýrismaðurin útnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og tey sita í fýra ár.

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetrium heldur fram sum formaður, og Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi er nýggj næstforkvinna.

Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:

Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð
Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum
Katrina L. Holm, sálarfrøðingur
Katrin Danielsen, kommunulækni
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig tiltøk verða framd í verki.

- Mítt ynski er, at tit, sum nú fara at manna Fólkaheilsuráðið, fara at seta fokus á og framhaldandi fara at taka tey sálarveiku við í tykkara ætlan og geva teimum rúmd, so at sálarheilsa altíð verður javnsett við likamliga heilsu, tá talan er um fólkaheilsu, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður m.a. í røðu fyri gamla og nýggja Fólkaheilsuráðnum.