University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
KV 2.JPG
11.11.2019
Setrið Námsvísindadeildin

Námsvísindadeildin umboðað í UArctic netverki

Hósdagin 21. november fer Kalpana Vijayavarathan frá Námsvísidadeildini at luttaka á einum pallborðsfundi í samband við ráðstevnuna FERA (Finnish Educational Research Association), sum verður í Joensuu í Finnlandi í døgunum frá 21.-22. november.

Pallborðsfundurin hevur yvirskriftina“Do you speak my language?”.

Kjakið fer m.a. at snúgva seg um nútíðar avbjóðingar viðvíkjandi javnbjóðis rættindum og møguleikum hjá næmingum við øðrum málsligum- og mentanarligum uppruna í Arktis. Dentur verður í hesum sambandi lagdur á týdningin av í størri mun at viðurkenna og vera tilvitaður um minnilutar og um ymiskleikan hjá næmingum.

Námsvísindadeildin er umboðað í netverkinum “UArctic Thematic Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity”, sum hevur til endamáls at virka fyri sosialum rættvísi og javnbjóðis møguleikum innan læraraútbúgvingar í arktiska økinum.

Tey stuttskygdu málini hjá netverkinum eru at granska í viðkomandi evnum, at styrkja um millumlandasamskifti og -samstarv, og at seta í verk skiftisavtalur millum undirvísarar og lesandi.  Langtíðarætlanin er at skapa ein virtuellan tilfeingis- og granskingardepil innan læraraútbúgvingar. Umframt at vera umboðað í ráðstevnum, arbeiðir netverkið í løtuni við eini bókaútgávu við vísindaligum greinum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking

  2. Matthew Henry ES3KNM29H8

    Nýggj grein: Eri eg sum pápi?

  3. 12Sep25 84A5125

    Myndafrásøgn: 60-ára hátíðarhald og heiðursdoktarar á Setrinum