University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Firouz2.jpg

Firouz Gaini er professari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum

13.03.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Nýggj grein um pápar í Føroyum

Granskingarverkætlanin hjá Firouz Gaini, professara, sum kannar broytingar í familjumynstrinum í Føroyum sæð úr sjónarhorninum hjá føroyskum monnum, hevur kastað nýggja vísindaliga grein av sær

Greinin lýsir og greinir spurningin um samansettu leiklutirnar og samleikarnar, sum pápar í Føroyum hava í dag. Hon tekur støði í empiriskum tilfar úr etnografiskari kanning, har samrøður hava verið gjørdar við pápar kring landið. Greinin viðger spurningin um sokallaða “nýggja mannin”, sum altjóða maskulinitetsgransking síðstu árini hevur arbeitt nógv við.

Er føroyski pápin “modernaður” ella “siðbundin” ella nakað heilt annað? Ella bæði í senn?

Endamálið er at endurtulka ráðandi fatanir av pápaleiklutinum við støði í empiriskum rannsóknum av samskiftinum og samspælinum millum lokal mentanarlig virði og altjóða rák í politiskum og vísindaligum diskursum. Greinin umboðar eitt antropologisk íkast til almenna kjakið um mentan, familjulív, kyn og maskulinitet í einum lítlum samfelagi í broyting.

Firouz Gaini hevur skrivað hesa greinina, men fleiri aðrir granskarar hava verið knýttir at granskingarverkætlanini, t.d. Jónleyg Djurhuus, Sunniva B. Vang, Runa Preeti og Gunnhild Persson.

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanina.

Greinin hevur heitið “You Just Throw Yourself Into It”: On fatherhood and family in the Faroe Islands og er prentað í tíðarritinum Kritisk Etnografi.

Lesið greinina her.

Kunning um aðrar nýggjar útgávur hjá Firouz Gaini er at finna á akademiska vanga hansara á pure.fo - her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Tordis Tróndarson DHS

    Arctic Circle: Tordis leggur fram í Reykjavík

  2. Screenshot 2025 10 06 At 11 45 10 (1) Facebook

    Lestrarstudningurin veksur við 1000 krónum

  3. Screenshot 2025 10 03 At 14 20 20 World Trade Organization Logo.Wine.Png (PNG Image 3000 × 2000 Pixels) — Scaled (45%)

    Alment tiltak: Hvat merkir úrskurðurin um WTO fyri Føroyar?