(Foto: UArctic)
20.09.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Opið fyri umsóknum um skiftislestur á vári 2023

Hevur tú hug til at taka eitt skeið á skiftislestri uttanlands á vári 2023, er høvi nú at senda umsóknir til teir flestu av samstarvsstovnunum hjá Fróðskaparsetrinum

Universitetini hava ymiskar treytir og umsónkarfreistir freistir, og aloftast er kunning um hetta á heimasíðuni hjá tí útbúgvingarstovninum, sum tú vilt søkja inn á.

Freistirnar at søkja um skiftislestur á vári liggja vanliga millum hálvan september og hálvan oktober, og freistirnar til skiftislestur á heysti liggja millum apríl og mai. Altjóða Skrivstovan ask@setur.fo hjálpir tær fegin við at finna neyðugu upplýsingarnar.

Leggjast má upp fyri, at skiftislesturin skal lúka treytirnar bæði á Fróðskaparsetrinum og á tí útbúgvingarstovninum, har tú ætlar tær at lesa, so góð ráð eru at fara undir at leggja ætlanir fyri skiftislesturin í góðari tíð. Hetta merkir, at hóast tú kanska ikki kanst fara á skiftislestur næstu lestrarhálvu, so kanst tú fara undir at leggja ætlanir um heystarhálvuna longu nú.

Øll fulltíðarlesandi á Setrinum hava møguleika at søkja um at fara á skiftislestur og eru vælkomin at venda sær til Altjóða Skrivstovuna (ask@setur.fo) fyri at fáa eitt prát um júst teirra møguleikar, og hvussu skilabest er at taka tey næstu stigini .

Setrið hevur eisini skiftislestraravtalur við tey flestu norðurlendsku universitetini (Nordplus og UArctic), og somuleiðis atgongd til ávísar stuðulsgrunnar undir hesum samstarvsnetverkum (Nordlys undir Nordplus og north2north undir UArctic).

Til ber tí at søkja um fíggjarligan stuðul til skiftislesturin, um tú lýkur treytirnar, og fígging er tøk.

Setrið søkir um fígging frá viðkomandi netverkum eitt ár frammanundan, so aftur her er týðandi at verða í góðari tíð, um tú vilt tryggja tær bestu møguleikarnar fyri at fáa lestrarstuðul.

Nøkur góð leinki:

Nordplus

Nordlys

UArctic

north2north (n2n)