University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
FF_flag.jpg
Brynhild Thomsen
25.06.2021
Setrið

Prógvhandan: Endabrestur í dag

Í dag er prógvhandan á Fróðskaparsetrinum við fimm ymsum tiltøkum á deildunum

Koronustøðan ger, at vit ikki kunnu hava felags prógvhandanartiltak fyri øll. Ístaðin skipa deildirnar fyri hvør sínum tiltaki fyri síni útbúnu.
Søgu- og samfelagsdeildin hevur prógvhandan í høllini á veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25 frá klokkan 13:00 - 14:30.

Føroyamálsdeildin skipar fyri á Loftsstovuni í V. U. Hammershaims gøtu 22 frá klokkan 13:00 - 14:30.

Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður tiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15 frá klokkan 13:00 -14:30, og síðani, klokkan 15:00 - 16:30, verður prógvhandanin hjá Náttúruvísindadeildini sama stað, altso eisini í Kongshøll.

Námsvísindadeildin hevur tvey tiltøk í auluni á Frælsinum 20. Námsfrøðingar fáa prógv klokkan 10:00 - 12:00, og til lærarar klokkan 12:00 - 14:00.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking

  2. Matthew Henry ES3KNM29H8

    Nýggj grein: Eri eg sum pápi?

  3. 12Sep25 84A5125

    Myndafrásøgn: 60-ára hátíðarhald og heiðursdoktarar á Setrinum