
Hátíðarhald hevur verið á teimum fimm deildunum í dag. Her er tað prógvhandanin á Námsvísindadeildini
Prógvini vaksa í tali
137 prógv latin á Fróðskaparsetrinum higartil í ár
Í gjár og í dag hava prógvhandanir verið á Fróðskaparsetri Føroya, og tølini fyri fyrra hálvár vísa vøkstur í talinum á útbúnum.
137 hava higartil í ár lokið prógv á Fróðskaparsetrinum, og hetta eru 24 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 113 prógv vórðu handað.
Tilsamans hava 110 bachelorar fingið prógv hesar seinastu seks mánaðirnar, 26 hava fingið masterprógv og ein prógv í hjánámi.
65 prógv eru útskrivað á Námsvísindadeildini, har tey lesa til námsfrøðing og lærara, 32 prógv eru latin á Søgu- og samfelagsdeildini, 20 prógv á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 10 á Føroyamálsdeildini og onnur 10 á Náttúruvísindadeildini.
Vit ynskja øllum okkara fyrrverandi lesandi hjartaliga til lukku og bestu eyðnu á leiðini fram!