University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setursnámsfrøði - Mynd.jpg
07.11.2019
Setrið Námsvísindadeildin

Skeið í setursnámsfrøði á Fróðskaparsetrinum

Hin 4. november byrjaði eitt nýtt skeið í setursnámsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Í døgunum frá 4.–6. november varð í hesum sambandi skipað fyri einum fakligum innleiðsluskeiði við Gjógv fyri teimum í alt 18 skeiðsluttakarunum.

Tey, sum samskipa og hava fakligu ábyrgdina av skeiðinum, eru Kalpana Vijayavarathan og Hans Harryson frá Námsvísindadeildini.

Skeiðið er á masterstigi og er fyri undirvísarar á Fróðskaparsetrinum.

Setursnámsfrøði kann í stuttum lýsast sum eitt slag av námsfrøði, sum verður praktiserað á hægri lærustovnum við granskingargrundaðari undirvísing.

Endamálið við skeiðinum er í høvuðsheitum at varpa ljós á, hvat uppgávan hjá einum setursundirvísara fevnir um. Harumframt er endamálið at geva undirvísarum nøkur ítøkilig hugskot og amboð, sum teir kunnu nýta, tá ið teir fyrireika, fremja, eftirmeta og góðskutryggja undirvísing á ymiskum fakøkjum, skeiðum og evnum.

Skeiðið gevur sostatt undirvísarum eina námsfrøðiliga førleikamenning, ið er við til at menna og góðskutryggja undirvísing og útbúgving.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking

  2. Matthew Henry ES3KNM29H8

    Nýggj grein: Eri eg sum pápi?

  3. 12Sep25 84A5125

    Myndafrásøgn: 60-ára hátíðarhald og heiðursdoktarar á Setrinum