University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2022-01-06 at 10-41-41 Skrá fyri framløgutiltak um Sjúkrakassagrunnin.png

(Foto: gransking.fo)

Brynhild Thomsen
06.01.2022
Setrið

Tiltak um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum

Granskingarráðið hevur gjørt frágreiðing og eftirmeting av stuðlinum úr Sjúkrakassagrunninum, sum verður løgd fram í Smæruni hósdagin 6. januar kl. 13

Sjey ár eru liðin, síðani Granskingarráðið fekk fæið hjá Sjúkrakassagrunninum at umsita. Hesi árini hevur Granskingarráðið latið næstan 30 milliónir krónur í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum til nógvar kanningar og granskingarverkætlanir á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum.

Á fundinum í Smæruni fara nøkur teirra, ið hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, at greiða frá verkætlanum sínum, og síðani verður pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið við umboðum fyri Sjúkrakassagrunnin, Mentamálaráðið, Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið.

Fundurin verður fyri innbodnum orsakað av koronustøðuni, men hann verður stroymdur, so til ber hjá øllum at fylgja við.

Leinkja til stroymingina er her.

Skrá

Kl. 13.00       
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, bjóðar  vælkomin og greiðir frá Sjúkrakassagrunninum

Kl. 13.15
Framløgur (10 minuttir)
Tóra við Keldu, Megd: Kanningarverkætlanir um fyritíðarpensjónistar, bók um rættindi hjá fólki, ið bera brek, og kunningarátak við heitinum Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist
Marnar Fríðheim Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum
Maria Skaalum Petersen, Deplinin fyri Heilsu- og Almannagransking: Virksemið á Deplinum

Kl. 13.45
Framløgur (5-7 minuttir)
Elin Reinert Planck, Kvinnuhúsfelagið: Royndir frá 25 ára arbeiði
Turid Jacobsen, Ergoterapeutfelagið: Kanningarverkætlanir um hjálpartólatænastur
Anna Sofía Fjallheim, Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi
Jacobina Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d. verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum

Kl. 14.30
Steðgur

Kl. 14.45
Pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið

Luttakarar:
Jákup N. Olsen, fyrrv. nevndarformaður í Sjúkrakassagrunninum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum
Jan Rasmussen, formaður í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum

Orðstýrari:
Dagmar Joensen-Næs, Granskingarráðið

15.30 Liðugt

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking

  2. Matthew Henry ES3KNM29H8

    Nýggj grein: Eri eg sum pápi?

  3. 12Sep25 84A5125

    Myndafrásøgn: 60-ára hátíðarhald og heiðursdoktarar á Setrinum