- Vit skulu venja okkum við, at føroyskt ikki einans er móðurmál í Føroyum, men eisini eitt mál, sum fólk mugu læra afturat sínum móðurmáli fyri at kunna klára seg javnt við onnur í føroyska samfelagnum, sigur Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini (Foto: Oda Mørkøre)
Brynhild Thomsen
13.09.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

31 taka diplom í føroyskum sum øðrummáli

Í morgun fóru 31 miðnáms- og fólkskúlalærarar úr øllum landinum undir at taka diplom í føroyskum sum øðrummáli

Alsamt fleiri borgarar í Føroyum hava ikki føroyskt sum móðurmál. Hagtølini siga, at á nýggjárinum vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum, og hetta setir nýggj krøv til undirvísingina í skúlaverkinum.

Í morgun varð eitt stig tikið á leiðini at brynja lærarar í fólka- og miðnámsskúlunum at undirvísa í føroyskum sum øðrummáli í einum føroyskum fleirmæltum samteksti. Umleið 30 lærarar eru farnir undir at taka diplomútbúgving á Føroyamálsdeildini. Útbúgvingin er á master- og bachelorstigi, og undirvíst verður parttíð yvir fimm lestrarhálvur, sum er hálvttriðja ár.

Heitið á útbúgvingini er "Føroyskt sum annaðmál".

Lydia Didriksen, námslektari, Elisabeth Holm, ph.d., Sissal Maria Rasmussen, ph.d. og Hjalmar P. Petersen, professari stíla fyri útbúgvingini

Endamálið er at menna fakliga vitan og førleikar hjá teimum lesandi til at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum øðrummáli fyri ymsar málbólkar og við atliti at einum etos um inkluderandi undirvísing og útbúgving. Hetta seinasta merkir, at tey lesandi fara at duga at skapa eitt inkluderandi lærurúm, arbeiða í einum altjóða samanhangi, virða fjølbroytni og megna at samskifta og samstarva virðiliga við fólk úr ymsum mentanum og samstundis læra tey føroyskt.

Útbúgvingin fevnir um undirvísing við serligum denti á at læra føroyskt sum annaðmál.. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi holla fakliga vitan og ástøðiligt innlit í nýggja fakøkið og at geva teimum førleikar í málnámsfrøði.

Elisabeth Holm, sum er ph.d. í tilflyting og føroyskum máli, greiðir teimum lesandi frá hendan fyrsta morgunin á Setrinum

Útbúgvingin er tvørgreinað og kjølfest í altjóða gransking og vitan, men staðbundni tørvurin og føroyski samteksturin er í miðdeplinum.

Tað er Mentamálaráðið, sum hevur umbiðið útbúgvingina frá Fróðskaparsetrinum.

- Føroyskt sum annaðmál er nýtt og áhugavert málfrøðiligt øki, heldur Bergur Djurhuus Hansen, dekanur

Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, sigur, at hetta er eitt neyðugt og týdningarmikið stig.

- Vit skulu venja okkum við, at føroyskt ikki einans er móðurmál í Føroyum, men eisini eitt mál, sum fólk mugu læra afturat sínum móðurmáli fyri at kunna klára seg javnt við onnur í føroyska samfelagnum. Í grundini er hetta bæði ein avbjóðing og ein serligur møguleiki fyri okkara fólkaræði. Málfrøðiliga er føroyskt sum annaðmál eitt nýtt og áhugavert fakøki, sum støðugt fer at mennast komandi tíðina, sigur hann.

Føroyamálsdeildin og Námsvísindadeildin samstarva um útbúgvingina og undirvísingina.