Sprotin gevur í dag nýggja verkið hjá Jóan Paula Joensen, professara út
Brynhild Thomsen
30.04.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýtt verk frá Jóan Paula Joensen

- Ein sjáldsama áhugaverd bók frá manni, sum dugir so meistarliga væl at greiða frá. Soleiðis sigur Sprotin um nýggja verkið hjá Jóan Paula Joensen, adj. professara í siðsøgu á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum

 

Bókin, "Í stovuni sofu, í køki komfýr", sum er útkomin í dag, verður løgd alment fram á talgildum tiltaki, sum verður stroymt beinleiðis í kvøld klokkan 21 í Kringvarpi Føroya.

Forlagið Sprotin, sum gevur út, lýsir bókina soleiðis á heimasíðu sínari:

Bókin lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv.

Vit fylgja við, hvussu húsasniðini broytast, tá ið menn fara uttanlands at læra húsasmíð. Hvussu stættarmunur fer at avmyndast í húsunum og ikki minst í stovunum. Hvussu vit gerast brúkarar og fara at keypa lampur og komfýrar, fínt innbúgv og køksútgerð, borðútgerð og glæstrilutir sum urtapottar og myndir og annað at heingja á bróstini í stovunum og gardinur fyri vindeyguni. Alt slíkt, sum kundi síggjast og siga øðrum, hvørji vit vóru.

Tey nýggju húsini vóru sprottin úr einum borgarligum lívsformi, ið var at finna í grannalondunum. Húsini høvdu dagligstovu, spísistovu, gestakamar og køk við spískamari.

Tey fínastu húsini høvdu trimpil og kvist og jarntak. Komfýrar, innlagt vatn, petroliumslampur, primus, primusbakarovnur og aðrir hópframleiddir brúkslutir gjørdu alt liviligari í køkinum.

Ein sjaldsama áhugaverd bók, sum sær allar hesar broytingar í etnologiskum ljósi, sum Jóan Pauli so meistaraliga væl dugir at greiða frá.

---

Bókin verður løgd fram kl. 21 á Orð og tónum LIVE, ið verður stoymt á netinum, og sum verður víst beinleiðis í KVF.

Tað verður Andras Sólstein, ið fer at práta við Jóan Paula um nýggja verki.

Eisini fara Birita Adela og Jóhannes Andreassen at spæla tónleik.