Seturskjak
Seturskjak komandi hóskvøld 4. oktober í Kongshøll.
Fróðskaparsetur Føroya sær sum undirvísingar- og granskingarstovnur ein stóran tørv á at taka ábyrgd av at kunna almenningin um virksemið á stovninum. Hetta gevur samstundis almenninginum møguleika til at spyrja nærri um evnið og at kjakast meira um hetta sama. Tí taka vit nú táttin við Seturskjakið uppaftur. Komandi hóskvøld 4. oktober verður evnið:
Kropslig venjing sum viðgerðarháttur
Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um vald evnir sum síðani vera viðgjørd við eitt pallborð, sum leggur afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka.
Framløgurnar hetta kvøldið hava Magni Mohr um "Kropslig venjing sum viðgerðarháttur" og Amanda Vang um "Exercise, microbiote and inflammation". Pallborðið manna Magni Mohr, Guðrun Zakariassen, kommunulækni, og Katrin Kallsberg, lækni og politikari. Kjakið verður stýrt av orðstýrara, sum til hetta tiltakið er Óluva Zachariassen, tíðindakvinna.
Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 4. oktober. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.
Fróðskaparsetur Føroya
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...