SSS, rd
24.08.2010
Skriva út

LFÚ-ráðgevingin flutt

Tá skrivstovan við LFÚ-ráðgevingini lat aftur 1. juli í ár, varð virksemi tess flutt til Fróðskaparsetur Føroya.


LFÚ-kort fáast við at venda sær til Setursskrivstovuna, sum er miðfyrisitingin hjá Fróðskaparstri Føroya, og lestrarvegleiðing fæst á Altjóða Skrivstovuni, ið nú er partur av Fróðskaparsetri Føroya.

 

Avsláttarkort fyri lesandi:

 

Altjóða samleikakort fyri lesandi, ið áður vórðu nevnd LFÚ-kort, fáast nú við at venda sær til Setursskrivstovuna, ið húsast í sama bygningi á Debesartrøð sum Altjóða Skrivstovan, t.e. í J.C. Svabos gøtu 14. Hetta ID-kort, ið hevur styttingina ISIC (International Student Identity Card), gevur lesandi avsláttur á ymsum støðum, søvnum o.m.ø. kring heimin og her heima við. Um tú ynskir at ogna tær eitt tílíkt ISIC-kort, ið kostar kr.100, verður tú vinarliga biðin um at skriva til heller@setur.fo

 

Lestrarvegleiðing:

 

Altjóða Skrivstovan hevur opið yrkadagar millum 10 og 16, tó mikudag til kl. 18. Heimasíðan er  www.ask.fo. Við yvirtøkuni av LFÚ-ráðgevingini ynskir Altjóða Skrivstovan at undirstrika, at øll fólk – ung, tilkomin og eldri, við ella uttan miðnámsútbúgving/útbúgving – sum ynskja upplýsing um lestur, skeið, eftirútbúgving og onnur viðurskifti við tilknýti til útbúgving, úti í verð ella her heima, eru vælkomin at venda sær til Altjóða Skrivstovuna. Vegleiðing fæst við at ringja á tel. 322065, við at senda ein teldupost til ask@ask.fo, ella við at vitja á skrivstovuni – fegin eftir avtalu.

 

Sum partur av Fróðskaparsetri Føroya, ið eisini fevnir um Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, veitir Altjóða Skrivstovan almenna vegleiðing til lesandi á Setrinum, t.d. tá talan er um skiftislestur í ávíst tíðarskeið í øðrum londum. Fakliga vegleiðingin fer framhaldandi fram á deildum Setursins.

 

Umframt at fáa almenna lestrarvegleiðing ber til at venda sær til Altjóða Skrivstovuna við spurningum um Nordplus, ið er ein útbúgvingarskipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Les meira um Nordplus á www.nordplusonline.org.

 

Komandi tiltøk:

 

Árliga tiltakið Markleys Útbúgving (MÚ), ið vendir sær til allar miðnámsskúlanæmingar í fráfaringarflokkunum, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 10. september 2010. Nærri verður lýst við hesum tiltaki seinni.

 

Fyri eisini at røkka tí málbólki, ið ætlar at søkja um upptøku til útbúgving umvegis sonevndu Kvotu-2 skipanina í Danmark í 2011, fer Altjóða Skrivstovan at skipa fyri kunningarátøkum áðrenn umsóknarfreistina í mars næsta ár. Nærri verður lýst við hesum tiltøkum seinni.